Bátastevnan fekk ársins herðaklapp 2024
Hvørt ár heiðrar Vestmanna Bygdarráð einum borgara ella felagsskapi, sum á einhvønn hátt hevur skarða framúr og gjørt okkurt munagott fyri Vestmanna bygd.
Hesaferð vóru fimm í uppskoti at fáa ársins herðaklapp, og er tað eingin ivi, at øll hesi fimm uppskotini væl og virðiliga hava uppiborið hvør sítt herðaklapp – uttan eldsálir er bygdin fátøk.
Herðaklappið 2024 verður latið einum felagsskapi sum á hvørjum ári – seinastu 20 árini – sjálvboðin hava tikið risastór tøk og sett Vestmanna bygd á Føroyakortið, og allarhelst eisini útum tað.
Umframt at skipa fyri afturvendandi og savnandi stórtiltakinum, hevur felagsskapurin latið munandi peningagávur bæði til kappróðrarneystð, nýggjar kappróðrarbátar, ungdómsliðini hjá Vestmanna Ítrottarfelag og til aðrar felagsskapir.
Nú hava tit allarhelst gitt tað, men ársins herðaklapp 2024 verður latið Bátastevnunevndini.
Bátastevnunevndin er mannað av Jan Haldansen, Jóhan Müller, Bárður á Steig Nielsen, Jónfinn Egilsnes og Áka Olsen.