Bakur og Stelkur fiskaði mest í 2023

Teir landaðu 350.000 pund í Runavík týsdagin

Fyrradagin landaðu partrolararnir Bakur og Stelkur 350.000 pund í Runavík.

Teir Bakur og Stelkur royna báðir við Zenith 640 troli frá Vónini, sum partvís er gjørt úr Fortis netið.

Hesir trolararnir vóru tað parið, sum fiskaði mest í 2023

Stelkur fekk eitt nýtt Zenith trol í februar og í dag var tað so túrurin hjá manningini hjá Baki at sláa eitt nýtt trol undir.

Tað skrivar facebook-vangin hjá Vónini, sum eisini eigur myndirnar.

Á myndunum niðanfyri síggja vit Jákup Pauli, skipari á Baki, Dánjal stýrimaður á Baki og F.v. Eyðfinn skipari á Stelki og Arni stýrimaður á Stelki