Bakkafrost keypt P/f Faroe Seafood í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi
Alifyritøkan keypir allar partapeningin í felagnum, herundir dótturfelagið, sum rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi.
Tað skrivar bakkafrost.fo
20. september 2022 gjørdi Bakkafrost avtalu við partaeigararnar í P/f Faroe Seafood 2011 um keyp av øllum partapeninginum í felagnum, herundir eisini keyp av dótturfelagnum Faroe France S.A.R.L., ið rekur søludeild í Boulogne Sur-Mer í Fraklandi, ein miðdepil fyri innflutning av sjógæti til Fraklands og evropeiska marknaðin, og sum innflytir og selur føroyskt sjógæti. Við keypinum styrkir Bakkafrost um støðuna á evropeiska marknaðinum, og virksemið kemur at hækka um tænastustøðið, sum Bakkafrost veitir kundum í Evropa. Bakkafrost yvirtekur raksturinfrá 1. oktober 2022.
Keypið er treytað av góðkenning frá Kappingareftirlitinum.
- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at vera fremsti veitarin av laksi í heimsflokki, og vit byggja langtíðar samstarv við okkara kundar og miðja ímóti at veita bestu tænastu. Við keypinum av Faroe France koma vit nærri marknaðinum, , og veita enn betur tænastu til kundar í ES, sigur Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrost.
Í fjør varð 61 prosent av øllum Bakkafrost-laksi útfluttur til evropeiska marknaðin, og serliga Bakkafrost Skotland útflytir stórar nøgdir til evropeiska fastlandið.