Avmarkað leiting eftir teimum saknaðu á Kambi
Leitingin eftir teimum báðum saknaðu monnunum av Kambi, sum sakk sunnanfyri Føroyar týsmorgunin er nú rættiliga avmarkað.
Vraklutir og annað er funnið, men menninir eru ikki funnir hóast stór leiting hevur verið seinastu dagarnar við nógvum skipum, tyrlu og tveimum flogførum.
Í dag hevur Brimil leitað einsamallur, og í morgin tá Brimil fer til lands at skifta manning, loysir Tjaldrið av.
Nú kann man við nokkso stórari vissu siga, at eingin er eftir á lívi. So vit leita eftir druknaðum persónum, segði Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC, við Dag og viku í kvøld. (Gjárkvøldið)
Tað skrivar portal.fo Fiskur.fo | Avmarkað leiting eftir teimum saknaðu á Kambi (portal.fo)