At siga farvæl til nakað, ið ikki er til er nokso trupult.

Alivinnan hevur framíhjárætt til okkara firðir, brúkar fiskavirkisskipanina og erí FAS-skipanini.

Tað er nú ikki so at alivinnan ongar sømdir fær frá landinum. Teirra arbeiðsfólk fáa atgongd til fiskavirkisskipanina og alibátarnir eru í FAS skipanini.

Tøkugjaldið, ið er samtykt er ongin eyðræning av vinnuni, tí tað hækkar tá ið søluprísurin hækkar, og sostatt fáa bæði land og vinna part av hækkaðu inntøkuni.

At alivinnan, ið hevur ein framíhjárætt til okkara firðir, ikki skal gjalda fyri henda framíhjárætt er púra burturvið.

At alifyritøkurnar (eins og allar aðrar vinnur) fyrst og fremst hugsa um at vinna so nógvan pening til sín sjálvs og tí ferð har mest er at vinna, eisini við peninginum ið er vunnin í Føroyum, er sjón fyri søgn. Men tað er lættari at grundgeva við, at politiska skipanin er órímulig, heldur enn at siga sum er.