Árni Gregersen undrast
Árni Gregersen, politiskur eygleiðari og viðmerkjari, hevur fylgt aðalorðaskiftinum um Sjófeingislógina, sum byrjaði klokkan 13 í dag.
Hann undrast á, at eingin politikari kom við nøkrum ítøkiligum hugskoti um, hvussu mann frá politiskari síðu kann stuðla undir, at fáa alt av fiskinum við til lands.
Hetta er nakað, ið Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, annars ætlar at seta í verk við lóg soleiðis, at í 2030 verður tað kravt við lóg, at alt av fiskinum verður tikið við til lands.
HOYR SAMRØÐUNA SUM Emil Lisberg Jacobsen HEVÐI VIÐ ÁRNA HER Eygleiðari: "Undarligt at eingin vil stuðla undir at fáa alt til lands" | Kringvarp Føroya (kvf.fo)