Árni, fortel heldur enn at spyrja upp í saman!

-tú hevur vitanina, sum vit ikki hava

Árni vil fortelja mær og øllum øðrum, hví hann spyr og spyr og spyr.

Árni sigur, at innlit, holl vitan og tað at avgerðir verða tiknar á fult upplýstum grundarlagi er endamálið við hansara spyrjan og spyrja og spyrjan og um hansara spurningar eru við til at geva meira innlit, tá mál verða viðgjørd, so er tað meira enn stríðið vert.

 

Hetta eru Árni og eg ikki ósamdir um. Tað, sum eg undrist á, er, at Árni Skaale spyr upp í saman um longu fult upplýst viðurskifti, nevnliga

-       Hvussu stórt varð veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?

-       Hvussu er miðalvirðið pr. veiðidag hjá hvørjum bólki sær?

Hesar upplýsingar framganga niður í minstu smálutir av heimasíðuni hjá VØRN so hví spyr Árni?

 

Regluverk og ábyrgd hjá Árna sum landsstýrismaður

Lógir og kunngerðir eru tvær síður av somu søk, sum bæði virka sum løglig amboð at regulera atferð, rættindir og skyldur í samfelagnum. Meðan lógir verða smíðaðar í løgtinginum, so verða kunngerðir smíðaðar av fyrisitingini við heimild í lóg.

 

Eins og tá ið lógir verða smíðaðar, so átti tað at verið ein grundleggjandi fyritreyt, at fyrisitingin smíðar reglur í kunngerðum á fult upplýstum grundarlagi og sambært viðurkendum meginreglum.

 

Tá ið Árni trein inn á politiska pallin í januar 2022 sum fiskimálaráðharri og skuldi skipa atgongdina til Føroyabanka í 2022, so bleiv hann tann myndugleikin, sum hevði evstu ábyrgd av ítøkiligum reglusmíði, ið regulerar atferð, rættindir og skyldur í føroyskari fiskivinnu.

 

Hvussu kom Árni so burtur úr hesari uppgávuni?

 

Árni sum ‘lógarsmiður’

Nógv vatn er runnið í ánna síðani 10. mars 1994. Tá vórðu kvotur fyri fyrstu ferð býttar millum bólkar av fiskiførum á bæði landgrunninum og á Føroyabanka (í 1994 fevndi bólkur 5 um fiskifør minni enn 20 BRT, nú um fiskifør undir 15 tons).

 

Toskakvotan á Føroyabanka varð við lóg ásett til 700 tons fyri fyrstu 6 mánaðarnar og lógin ásetti, at atgongdin hjá bólki 3 og bólki 5 var ávikavist 23 % og 24 % av kvotuni. Fyri hýsu var lógarásetta býtið millum bólkarnar ávikavist 28 % og 30 %.

Í 2022 skuldi atgongdin til Føroyabanka so fyri fyrstu ferð síðani 1994/96 skipast av nýggjum sum bólkarættindi og hesaferð ikki av løgtinginum í lóg, men av fyrisitingini í kunngerð undir Árna’sa leiðslu og ábyrgd.

 

Í øllum førum flestu klaksvíkingar vita, at tað ikki var líkamiðið um Havsbrún fór til útróðrar við 30 ella 60 stampum - at neyvt samband var millum talið av settum stampum og fiskiskapin hjá Havsbrún.

 

Árni og fyrisitingin vóru sjálvandi fult vitandi um, at undir eini fiskidagaskipan eru settir húkar hjá einstaka skipinum pr. 24 tímar er eitt mát fyri fiskiorku. Um lína verður nýtt sum út-gangsstøðið, so er:

-       fiskiorka = settir húkar pr. 24 tímar

-       atgongd = fiskiorka x tal av fiskidøgum

-       beinleiðis samband millum øðrumegin atgongd og hinumegin veiðinøgd/veiðivirði

 

Soleiðis roknað fekk bólkur 3 tillutað 60-70 % av atgongdini til Bankan í 2022, meðan bólkur 5 fekk tillutað uml. 3-4 %. Skipa- og bátaeigarar vóru heldur ikki líka fyri lógini í aðrar mátar, t.d.:

- summir skuldu vísa á ávíst vinnuligt virksemi fyri at fáa rættindir, aðrir ikki

- summir kundu selja síni tillutaðu fyribilsrættindi, aðrir ikki

 

Hvat lá til grund fyri diskriminerandi býtinum og diskriminerandi treytunum?

Mær kunnugt er tað eingin uttan Árni Skaale og embætisfólkini í Fiskimálaráðnum, sum hava innlit í, hvussu og á hvørjum grundarlagi avgerðir um bólkabýtið og aðrar treytir fyri atgongd í 2022 vórðu tiknar.


Tí hevði tað verið áhugavert um Árni hevði greitt okkum, sum einki vita og einki skilja, frá, hvussu hann og ráðið komu fram til býtið og treytirnar fyri Bankan í 2022. Tað hevði givið gjøgnumskygni – í mótsetning til spurningarnir, sum Árni setur, og tey (longu kendu) svarini.

Árna´sa spurningar grugga myndina av viðurskiftunum á Bankanum.

Um tølini fyri 2022, tá ið Árni umsat fiskivinnnuna, verða brúkt sum dømi, so vóru veiðivirðini frá Bankanum hesi:

-       hjá bólki 3: uml. 35,5 mió. kr. og veiðivirðið pr. fiskidag uml. 213.000 kr.

-       hjá bólki 5: uml. 3 mió. kr. og veiðivirðið pr. fiskidag uml. 100.000 kr.

Við øðrum orðum, so veiddi bólkur 3 uml. 12 ferðir so nógv sum bólkur 5, og hvørt fiskifar í bólki 3 uml. tvífalt so nógv í miðal um dagin, sum fiskifør í bólki 5.

 

Og her koma vit aftur til gruggingina!

Út frá hesum tølum og soleiðis sum Árni spyr, so kann grundgevast fyri:

-       at skal sum mest fáast burtur úr Bankanum pr. fiskidag, so er mest skynsamt at lata fiskiførum í bólki 3 (og helst teimum mest effektivu fiskiførunum í bólkinum) fiskidagarnar, heldur enn fiskiførum í bólki 5   

-        

Um hinvegin fiskiorka (tal av húkum pr. 24 tímar x tal av døgum) hjá bólkunum varð innroknað, so fekk bólkur 3 tillutað 15-18 ferðir so stóra atgongd til bankan sum bólkur 5, men hóast fiskifør í bólki 3 seta millum 2,5 og 4 ferðir so nógvar húkar um døgnið, sum fiskifør í bólki 5, so var veiðivirðið bert uml. tað dupulta pr. fiskidag.

-       at skal sum mest fáast burturúr Bankanum pr. settan húk, so er mest skynsamt at lata fiskiførum í bólki 5 fiskidagarnar, heldur enn fiskiførum í bólki 3


Full upplýsing og forsøgni í lógararbeiði

Í 1994 tryggjaði ein lóg bólki 5 26% av toskakvotuni, og bólkurin visti neyvt, hvat hann hevði, so leingi sum løgtingið ikki broytti lógina um býtið.

 

Í 2022 tryggjaði ein kunngerð bólki 5 30 fiskidagar ella 3-4% av rættindunum á Bankanum sum felags fiskidagar (= olympiskur fiskiskapur) og í 2023 tryggjaði ein kunngerð bólkinum 105 fiskidagar sum felags fiskidagar við hámarki.

 

Men hvat hevur bólkur 5 í væntu, um Árni Skaale aftur kemur at sita í Fiskimálaráðnum? Er tað atgongdina frá 1994? Ella atgongdina, sum Árni hevði ábyrgdina av í 2022? Ella atgongd-ina, sum Dennis hevði ábyrgdina av í 2023? Ella verður tað okkurt heilt fjórða?

Hvar er forsøgnið og hvar er rættartrygdin?

 

Árni hevur fulla innlitið og alla vitanina

Eftirsum endamálið við at spyrja sambært Árna var innlit og gjøgnumskygni, og eftirsum Árni situr við allari vitanini um tilgongdina til býtið o.a. í 2022, so haldi eg at tað viðkomandi at endurtaka mínar spurningar. Hvørji saklig atlit lógu aftanfyri regluna um:

-       at bólkur 3 fekk tillutað 15-18 ferðir so nógv rættindi (mált í húkum) á Føroyabanka sum bólki 5?

-       at fiskifør, sum ikki vóru í vinnu, ella fiskifør, sum ikki longur vóru í føroyska fiskiflotanum fingu fyribilsrættindi á Føroyabanka í 2022?

-       at fyribils fiskidagar á Føroyabanka í 2022 kundu seljast og keypast?

-       at fiskifør í bólki 5 skuldu vísa á ávíst virksemi (avreiðing fyri 500.000), men at einki krav um vinnuligt virksemið varð sett  fiskiførum í bólki 3 og 4?

-       at smæstu fiskiførini í flotanum við fæst døgum – sum einasti skipabólkur – varð sendur á Føroyabanka til olymiskan fiskiskap?

 

Árni, tað hevði verið gott um tú hevði viljað brúkt tíðina sum upplýsari, heldur enn sum spyrjari í hesum máli. Tað hevði veruliga givið innlit og verið meira enn alt stríðið vert!

 

Hóast alt var talan um, hvussu tú umsat atgongd til almenna ogn í 2022.


Óli Jacobsen