Arnfinn Bech er nú formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Tá ið nevndarvalið var á skránni, skuldu veljast tveir nevndarlimir millum fýra valevni. Regin Meyer Olsen, sum hevur verið næstformaður, varð afturvaldur og Mortan Sólheim Thomsen kom í nevndina sum nývaldur.

Umframt hesar sita Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen, sum ikki stóðu fyri vali hesaferð, í nevndini í Maskinmeistarafelagnum, sum væntandi fer at skipa seg ein av næstu døgunum.

Tað skrivar kvf.fo, les alla greinina HER https://kvf.fo/greinar/2023/03/11/maskinmeistarar-nyggjan-formann