Arctic Voyager farin í norskan sjógv at fiska makrel

Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent, av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi

Fyrsta føroyska skipið er nú á veg í norskan sjógv at fiska makrel.

Arctic Voyager fór úr Fuglafirði í gjárkvøldið.

Tað er fyribils einasta føroyska skipið, sum hevur søkt um loyvi at sleppa í norskan sjógv eftir makreli.

Tey flestu føroysku skipini fiska makrel í altjóða sjógvi norðanfyri. Nøkur royna í føroyskum sjógvi.

Føroyar sleppa at fiska 35.191 tons, 40 prosent, av føroysku makrelkvotuni í ár í norskum sjógvi. 

12 skip sleppa at vera har í senn.

21 skip hava søkt, so lutakast var um røðina.   

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo 

Á myndini Arctic Voyager. Myndaeigari Birgir Waag Høgnesen.