Arctic Viking leggur veðuna upp í Tromsø
Teir hava fiskað rækjur í Barentshavinum. Teir hava 450 tons í lastini, sum er full.
Tá vit tosaðu umborð, vóru teira farnir at sigla.
Í Tromsø skifta teir eisini manning, sum telur 16 mans.
Tað eru fimm vikur síðan teir fóru, hendan túrin er Eirikur Magnussen úr Trongisvági skipari.
Tá teir eru lidir at landa og skifti manning fara teir útaftur.
Komandi túrin verður Esmar Petersen úr Kollafirði skipari.