Arctic Viking í Barentshavið

Teir fara at fiska av toskakvotuni hjá JFK Trol

Arctic Viking fer eftir ætlan avstað kl. 15 í morgin, leiðin liggur í Barentshavið har hann skal fiska tosk av kvotuni hjá JFK Trol. Teir rigga til og takað útgerð umborð nú, 20 mans verða við, upplýsir Jógvan Hansen fyri Norðlýsið

Tað var tann 27. mars í ár, at JFK Trol keypti rækjutorlaran Arctic Viking frá P/F Líðini í Kollafirði. Arctic Viking kann eisini fiska tosk. 

Tað skrivaði nordlysid.fo tann 1.sept. 

Mynd: Símin Gullaksen.