Arbeiðsmarknaður: Hevur arbeitt í 22 ár hjá Krosstein

Hann hevur arbeitt sum goymslumaður hjá Krosstein síðan 2001

Krosstein veitir í høvuðsheitum tænastur og vørur innanfyri vatnveiting, hitaverk, kloakk, sanitet og ventilatión Í alt starvast uml. 30 fólk í fyritøkuni

Sveinbjørn er 52 ár, úr Kvívík, og hevur arbeitt sum goymslumaður hjá Krosstein síðan 2001 - altso í 22 ár!

Honum dámar væl arbeiðið, og serliga eru tað kundarnir og starvsfelagarnir, sum ríka gerandisdagin

Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á sínum facebook-vanga.