Arbeiðsmarknaður: Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari

Hann hevur fyrr starvast hjá Landsverki og Fiskaaling

Klæmint Østerø nýggjur rakstrarleiðari á Strandferðsluni

Strandferðslan hevur sett 53 ára gamla Klæmint Østerø í starv sum deildarleiðara fyri rakstrardeildina.

Starvsroyndirnar hjá Klæminti eru innan verkfrøði, verkætlanarstýring, fyrisiting og leiðslu hjá Landsverki og Fiskaaling.

Í fleiri ár var hann eisini sjálvstøðugur vinnurekandi.

Klæmint hevur lisið sivilverkfrøði í offshore konstruktión.