Arbeiðsmarknaður: 10 og 20 ára starvsdagar í Articon
Ígjár skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá. Millum annað vórðu heiðrað nýggju starvsfólk, sum øll høvdu havt 10- og 20 ára starvsdag í 2023.
Trygvi Hansen, Jónstein Magnussen, Svenn Óli Vilhelmsen (væntar á myndini) hava verið í felagnum í 10 ár og Johnny Johansen, Sonni Samuelsen, Jónleif Samuelsen, Jákup Enni, Jóhannus Berthelsen og Mannbjørn Hentze hava verið í felagnum i 20 ár. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.