Arbeiðsgevararnir siga nei til 37 tíma arbeiðsviku
Arbeisgevararnir tóku málið um 37 tímar arbeiðsviku upp í samráðingunum, sum júst hava verið, men eingin áhugi var frá mótpartinum.
- Tey vildu ikki blanda tað upp í lønarsamráðingarnar, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hoyr samrøðuna við stjóran í Vinnuhúsinum HER Arbeiðsgevararnir siga nei til 37 tíma arbeiðsviku | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Í samgonguskjalinum
37 tíma arbeiðsvika fylti rættiliga nógv í valstríðnum seinast, serliga hjá Javnaðarflokkinum.
Í samgonguskjalið hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar.
Víðari stendur, at trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg, stendur altso í samgonguskjalinum.
Nakrar trípartasamráðingar hava verið, har arbeiðsgevararnir eisini hava verið við. Men nú vilja teir ikki vera við meira.
Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo