Arbeiðið at endurskoða FAS-skipanina byrjar nú, segði Magnus Rasmussen 06.12.2021

Í sendingini Dagur & Vika tann 06.12.2021 tosaði Barbara Holm við Jóannes Eidesgaard, um hvussu neyðugt tað er at endurskoða FAS-skipanina. 

Hann segði, at Føroyar standa og falla við, hvussu útlendsku marknaðirnir taka ímóti okkara fiska- og alivørum.
Tí er neyðugt, at vit hava gott orð á okkum sum fólk.
Samrøðan við Jóannes var gjørd í samband við sendingina um "Kongoránið" og onnur mál, sum altjóða miðlar hava umrøtt seinastu tíðina.

Magnus Rasmussen landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum var tá eisini í Dagur & Viku. 

Magnus Rasmussen lovaði at hyggja uppá eina endurnýgging av FAS -skipanin.

Hoyr hvat Jóannes og Magnus søgdu um FAS HER Føroyar mugu hava gott orð á sær | Kringvarp Føroya (kvf.fo)