Áminning: Fekst tú atkvøðuseðil ?

Um onkur av misgáum ikki hevur fingið atkvøðuseðilverður viðkomandi biðin um at venda sær til skrivstovu felagsins.

Føroya Fiskimannafelag

Bryggjubakki 14

100 Tórshavn

Telefon 311569

Sýsluformansval er til Føroya Fiskimannafelag í ár. Tá ið freistin at stilla upp var farin, varð greitt, at tað bara verður val í Eysturoyar sýslu.

Per Toftegaard (nú á Sýnini) Runavík stillar uppaftur hesa ferð. Jonhard Danielsen úr Søldarfirði stillar eisini upp til sýsluformansvalið.  

Atkvøðuseðlarnir eru sendir út, og freistin at atkvøða er 30. januar 2023. Talt verður upp 31. januar.