Aksel in Memoriam!
Tað kom sera dátt við nú tað frættist, at Aksel Dahl Olsen var slóknaður. Hvør skuldi trúð tí, - hann sum var so lívsseigur, og hevði so góða heilsu sum fáur! Men tá ólekilig sjúka fær fastatøkur, tá bognar sjálvt tann sterkasti umsíður!
Aksel var føddur í Vestmanna 11. Juni 1954, og var sostatt 69 ára gamal, nú hann andaðist leygardagin 2. mars 2024.
Vit vóru grannar og kendust líka frá tí vit dugdu at ganga. Tað var altíð “fut” í Aksel, lítil og kvikur, og altíð mitt í rokanum, har nakað var á vási. Sera djarvur var hann, og tá okkurt skuldi gerast, sum kundi tykjast í so váðamikið fyri okkum aðrar, so var Aksel altíð til dystin fús, - so sum at síga í berginum eftir krákuungum, at tendra í fjúsið á heimagjørdum bumbum, og tílíkt.
Puch knallertin hjá honum var tiltikin, og hann kundi koyra har sum ongin annar hættaði sær at koyra, so sum við fullari ferð oman gjøgnum posthústrappuna, - við Eifinn í Gerðïnum á baksetrinum - ella við fullari ferð nærum steyrrætt oman gjøgnum Deildarbrekku (45 gradir), og so bremsa í siðstu løtu við at leggja knallertina á liðina skreiðandi omaneftir síðulens beint áðrenn komið var oman á Niðara Veg. Hetta var bara Aksel, og ongin kundi ella tordi at gera honum tað eftir! Og altíð kom hann væl frá tí, - so kringur og kimiligur hann var!
Aksel hevur havt sítt mesta lív á sjónum, og fór longu sum blaðungur 14 ára gamal til skips, sum messudrongur við Brandi Sigmundarson í 1968.
Hann bleiv so sjómaður burturav. Hann sigldi í sjeytiárunum m.a. við Kap Farvel, Venus, Columbus, Vesturvarða og Suðurvarða.
Seinast í sjeytiárunum fór hann á sjómansskúla og tók skiparaprógv.
Eftir loknan skiparaskúla sigldi hann við ymsum skipum, sum skipari og stýrimaður, men hetta gav ikki nógv tá kreppan kom fyrst í nýtiárunum,
So Aksel gjørdi ikki mætari enn, at hann keypti sær sítt egna skip í 1994. Skipið kallaði hann Vesturfarið, sum var ein lítil trolbátur uppá 29,5 BRT bygdur í 1946.
Aksel so í gongd, og hann var so heppin, at hann brendi í fisk beinanvegin eftir rakárini fyrst í nýtiárunum. Vesturfarið skuldi ikki vera leingi úti, so kom hann borðfullur aftur at landi at avreiða. Aksel hevur altíð havt góða fiskieydnu, so tað hilnaðist væl við Vesturfarinum. Nógv var mangan lagt fyri, og ikki vóru líkindini altíð av teimum bestu, tá han lá og fiskaði á vetrardegi í stormi og kavaroki við hesum lítla døllinum, men onkur helt hondina yvir Aksel, tí altíð kom hann afturíaftur nøkulunda óskalaður!
Eftir at Vesturfarið var selt í 2004, lat hann byggja nýggjan stálbát, men henda bát hevðu hann bert nøkur fá ár til hann so bleiv seldur.
Síðani fór han at sigla við ymsum bátum, m.a. Búgvanum hjá Ásmund Justinussen, Safir og Smaragd hjá JFK í Klakksvík og í seinastuni Skálafossi hjá Dánjal Jacobsen í Vestmanna.
Hann hevur altíð verið nógv eftirspurdur, sum sjómaður. Hann hevur nevniliga verið ein sonn fiskiklógv, óførur trolmaður - og arbeiðssamur, sum fáur.
Millum túrarnar kundi hann heldur ikki bara sær fyri at fiska. Tá var tað bara sílaveiða ístaðin. Mangan frálíkan sílatúrin hevur man verið við Aksel ígjøgnum tíðina, bæði á Norðdalsvatni, Fjallavatni, Kvilkinarvatni, Vatnsdalsvatni osfr. Væl dugdi hann eisini at fiska síl. Gott agn, góðar húkar og útgerð hevði hann altíð, og ikki minst, so hevði hann eina ótrúliga nøs at finna røttu støðini at fiska við tí úrsliti, at hann næstan altíð var bestur.
Aksel hevur kanska til tíðir livað eitt sindur hart, og ikki kann man siga, at hann er farin væl við sær, - men ongantíð forsømdi hann arbeiði, møtti altíð upp til tíðina, so hansara partur lá ongantíð eftir.
Aksel var skemtari av guds náði, og stuttligari mann skal ein leita leingi eftir tá góða lag var. Fólk kundi satt at siga sita í skellilátri nærum samanhangandi, tá hann fortaldi sinar vælkrydraðu søgur um hendingar á landi og sjógvi. Hvør kennir ikki søguna um samtaluna, sum Jakku hjá Viggo hevði við Godthåbs Radio um lemmarnar og bussin umborð á Vesturvarða, ærina hjá Júst Rubeksen, sum fór berserkargongd um allan hagan, og tá Hjalmar Poulsen bleiv krøktur fleiri ferðir á sílaveiði í Vestmanna. Hetta eru óforgloymandi søgur, - sannir klassikarar, - sum bara Aksel kann fortelja tær!
Aksel hevði nakrar sera positivar eginleikar sum menniskja. Hann var ein hollur og trúfastur vinur. Altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond tá brúk var fyri tí, og so var hann eisini sjáldsama gávumildur. Smáligheit var honum ókent fyribrigdi, - hann unti øllum tað besta. Tað er mangur, sum hevur notið gott av hansara gávumildni. Tað eru ikki smávegis fiskateyggjur, harundir ræstur fiskur, kalvi, flak, tungur og reyðspettur osfr. sum Aksel hevur latið familju, grannum og vinum gjøgnum tíðina! Altíð var hann við tí góða orðinum, og tók mangan til, at tann, sum gevur, hann fær tað eisini onkusvegna afturlønt!
Saknur verður í Aksel, hann var fevnandi og litríkur, sum fáur, - og tað er ikki altíð, at maður kemur í mansins stað!
Æra verið minni hansara!
Bjørn á Heygum