Áhugafelagið Grønlandsútróður í Vágum vil hava Havsøka úr Hvalba

Eg haldi, at hetta er ein góð loysn fyri allar partar.

Eg skal hervið siga frá, at ein loysn er funnin fyri bátin hjá Hjartvardi HAVSØKI.

Áhugafelagið Grønlandsútróður í Vágum er í ferð við at byggja eina høll har vesturi, har teir savna bátar, ið hava róð út í Grønlandi.

Hygg at VIDEO-SAMRØÐU VIÐ HJARTVARD HER Hjartvard sigur frá Havsøka 12. juli 2017 (youtube.com)

Teir vilja fegnir hava HAVSØKA á savnið og vilja gjarna hava hann vestur áðrenn 3. februar, tá teir hava eitt tiltak, har teir eisini vísa bátar fram.

So nú fari eg at royna at fáa HAVSØKA onkran flutning til Miðvágs. Teir gjalda fyri útreiðslur av flutningi.

Eg haldi, at hetta er ein góð loysn fyri allar partar.

Tað skrivar Símin Berg á facebook- vanganum Hvalbingar á Facebook Símun Berg  · 

Teyggjan sigur, at báturin er bygdur í 1937, og at hann er skrásettur fyrstu ferð í 1935. Tað er óvist, hvussu hetta hongur saman.

TRÝST HER HAVSØKI (skipalistin.fo)