Aftur boð eftir manningini á ARUN

Sjúklingurin kom á landssjúkrahúsið í øllum góðum

Úr at gera við ARUN

Aftur í nátt vóru boð eftir manningini á ARUN at fara til Nólsoyar at sigla sjúkling til Havnar.

Tað var kalt og kavi, men túrurin gekk væl, og sjúklingurin kom á landssjúkrahúsið í øllum góðum.

Hetta var triði sjúkraflutningurin í 14 dagar.

Vit takka Nólsoyar Bjargingarfelag fyri framúr samstarv.

Myndina hevur Thormann Kruse tikið.

Tað skrivar facebook-vangin hjá Rescue LÍV