Ætla at fiska kúlulaks í sjónum
Íslendingar fara væntandi at fiska kúlulaks í sjónum, skriva fiskifréttir.is.
Kúlulaksur er góður matur, verður sagt, og hann er lættur at fiska, tí hann gongur í torvum.
Men hann skal fiskast, áðrenn hann fer í áirnar.
Mótstøða í Noregi
Í Noregi er stór mótstøða móti at fiska kúlulaks til matna. Serliga í Noregi er nógvur kúlulaksur.
Hann er eisini í Føroyum, men her er hann ikki so vanligur.
Kúlulaksur fæst við tráðu í áunum.
Í fjør var fyrsti kúlulaksurin fingin 10.august. Tað var í ósanum í Skálafirði.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo