Aðalstjarnarformaðurin bakbítur formannin
"– Vit kláraðu ikki at endurreisa flokkin á hesum løgtingsvalinum, og vit fáa eisini alla tíðina at vita, at vit koma ikki við nøkrum nýggjum. Tá er tað vanligur logikkur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin og endurnýggja flokkin, sigur formaðurin í aðalstjórnini."
Tað skrivaði Torbjørn Jacobsen á sínum facebook-vanga í gjárkvøldið.
Er aðalstjarnarformaðurin ikki ovastur í skipan floksins? Hví setur hann, Rógvi Nybo, ikki spurningar til sín egna leiklut í valstríðnum? Maðurin fekk 93 atkvøður í øllum Føroyum, aðalstjarnarformaðurin, ovasti floksins í organisatiónini, no. 18 á listanum, hví leggur hann ikki kongin alt fyri eitt, og letur onkran annan sleppa framat, nú veljarin hjá flokkinum hevur vrakað hann so dyggiliga?
Vit báðir Høgni hava havt okkara dystir, eisini í almenna rúminum, men vit tosa saman, soleiðis, sum vit gjørdu, táið vit hittust á fyrsta sinni. Eg hevði mína tíð á bonaðu fjalunum, hon er farin, og einaferð hevur Høgni havt sína tíð, men at aðalstjarnarformaðurin fer út í almenna rúmið, og bakbítur formannin, so óhóskiliga sum Rógvi ger í hesum førinum, í mesta spenningsfeltinum á politiska mótinum, táið ein samgonga skal fáast undir land, tað er somikið undir alt lágmark, at vónandi boðar maðurin frá í morgin, at hann ikki er formaður í aðalstjórnini longur.
Vit, sum minnast aðalstjarnarformenn, sum t.d. eiðislæknan Petur Reinert, fyrst í sjeytiárunum, kunnu bara taka undir við orðunum: Sic transit gloria mundi.