Aðalfundurin hjá Samverk er leygardagin 9 mars
Aðalfundurin hjá Samverk
Aðalfundurin hjá Samverk er leygardagin 9 mars 2024 kl. 17:00 á Hotel Hilton
Fundarskrá sambart §8 í lógum felagsins.
- Velja fundarstjóra
- Frásøgn formansins frá farna ári.
- Roknskapur til góðkenningar.
- Val av roknskapargrannskoðara.
- Val av formanni. Sitandi formaður stillar uppaftur.
- Val av tveimum tiltakslimum.
- Innkomin uppskot. Nevndin hevur uppskot um at avtaka Lokaupphæddargrunnin og ístaðin leggja hann saman við Samlagstryggingargrunninum.
- Innkomin uppskot. Um limir hava uppskot til aðalfundin, eru tit vælkomnir at senda tey til [email protected] innan 2. mars 2023
- Ymiskt
Eftir aðalfundin bjóðar Samverk 3-rættaða matskrá á Hotel Hilton.
Gott undirhald verður undir borðhaldinum.
Neyðugt er at melda seg til aðalfundin við telduposti til [email protected] í seinasta lagi 28 februar 2024.
Góðan aðalfund
Nevndin sum var vald á aðalfundinum 4. juni 2022
Nýgggjur nevndarlimur var tá valdur á aðalfundinum, tað var Heidi Gullaksen.
Fólkini í nevndini eftir aðalfundin í 2022 vóru/eru hesi:
Pætur Niclasen, formaður, Palma Petersen, Heidi Gullaksen, Poula Gaardbo og Eyðgerð Jonhardsdóttir, Næstforfólk.