Hetta er ikki eingang byrjanin til endan á Føroyabankarørsluni.

Men kanska endin av byrjanini til Føroyabankarørsluna.

Jógvan Steingrím Rasmussen, høvuðskokkur, er fremstur í liðnum í køkinum í Áarstovu, nú borðreitt verður við bankatoski. Hinir á køksliðnum eru frá vinstru Hjalmar, Jónas og Magni.

Hetta er ein bloggur hjá Birgir Kruse, eftir eina vitjan á Áarstovu.

- Uttan teir, matstovuleiðaran John, tænararnar og hesar fantastisku karmar, sum søguligu húsini eru, bar hetta ikki til, tí hetta er eitt felags avrik, sigur Jógvan, sum í fjør flutti heim úr Danmark, har hann hevði egna matstovu.

Eg kenni hann sum Stóra Jógvan, tí hann er uppvaksin í Tórsbyrgi, har ein annar Jógvan er, okkara Lítli Jógvan, kallaður. Um aldarskiftið skrivaði mamman, Valborg, saman við Sigrid Dalsgarð, bókina Maturin, sum Skúlabókagrunnurin gav út, beint eftir at tey eisini høvdu givið út Grønu og Reyðu Døgurðabókina hjá Mariu Vilhelm úr Vestmanna.

Nú er aftur toskur á Bankanum. Tað vóru tíðindini í vikuni, eftir at havrannsóknarskipið Jákup Sverri var komið aftur av Føroyabanka. 

- Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir nýggjastu yvirlitstrolingarnar.

Eftir hampuligan fiskiskap í áttatiárunum, var sera lítið at fáa á Føroyabanka í hálvfemsunum. Um aldarskiftið var aftur nógv at fáa og í 2003 var rættiligur rokfiskiskapur á Bankanum. Síðani minkaði fiskiskapurin aftur ár um ár og í 2008 varð Føroyabanki stongdur fyri vinnuligari veiðu. Men nú sær serliga toskaslagið á Føroyabanka út til at vera komið fyri seg aftur.

LES ALT OG HYGG AT FLEIRI MYNDUM HER https://birkblog.blogspot.com/2023/03/bankatoskur-hgum-sti.html

Um Birgir Kruse: lærari og pedagogiska diplomútbúgving í samskifti, hulduhøvundur í dagsljósi, samskiftisráðgevi og ritstjóri og ja - bloggari!