Áarskarð varð handað Bakkafrosti

Í gjár varð skipað fyri samkomu á bryggjuni í Fuglafirði, í samband við at tvíkiljan Áarskarð, sum er nýbygningur nummar 64 hjá KJ, varð handað Bakkafrosti. Manningin á Áarskarði var í Fuglafirði til handanina. Tvíkiljandi stevndi av Fuglafirði, út um Ennið og síðani var kósin sett ímóti Árnafirði, har tvíkiljan fær heimstað.

Talan er um tvíkilju, sum er 16 metrar long og 8 metrar breið. Hon er vælútgjørd við m.a. tveimum friðarligum og máttmiklum Iveco C13 motorum, við 500 hestakreftum hvør, bógskrúvu og einum 65 tonsmetur Palfinger krana.

Tað skrivar KJ á sínum facebook-vanga sínum.