Á skránni er samanlegging av feløgunum

Fiskepigernes Fagforening og Fylking kalla til ársaðalfundir

Í dag lýsa Fylking og Fiskepigernes Fagforening við soljóðandi lýsingum 

Ársaðalfundur felagsins verður í Fylking Týsdagin 18 juli kl 18:00

Frá Arbeiðsmannafelagnum Fylking
Ársaðalfundur felagsins verður í Fylking týsdagin 18 juli kl 18:00

Skrá sambart lógum felagsins
1: Samanlegging við 1 ella fleiri feløg
2: Møguliga lækking av prosentgjaldinum

Nevndin

og......

 

Ársaðalfundur felagsins verður í Fylking Onskvøldið 19 juli kl 18:00

Frá Fiskepigernes Fagforening
Ársaðalfundur felagsins verður í FylkingOnskvøldið 19 juli kl 18:00
Skrá sambart lógum felagsins
1: Samanlegging við 1 ella fleiri feløg
2: Møguliga lækking av prosentgjaldinum

Nevndin

 

Á heimasíðini hjá kvf.fo stóð soleiðis í 2014

Tey bæði elstu fakfeløgini í landinum, Fylking og Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri leggja nú saman. Í morgin verður aðalfundur í báðum fakfeløgunum og á skránni er samanlegging av feløgunum. Fiskepigernes Fagforening varð stovnað í 1922, og Fylking í 1915. 

Limirnir í Fylking arbeiða ymsastaðni í Suðuroynni, meðan limirnir í Fiskepigernes fagforening arbeiða á virkinum hjá Varðanum Pelagic og á virkinum í Hvalba.

Ársaðalfundur verður í húsum felagsins leygardagin, 12. juli, kl. 14. Um Fylking og Fiskepigernes Fagforening verða samanløgd, verða umleið 300 limir í nýggja felagnum.

Hoyr samrøðu við Sunrid Vang, forkvinnu í Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. 

Um nøkur samaleggin hendi í 2014 er ikki greitt. Men við kvf.fo heimasíðuna segði Sunrid Vang, forkvinnu í Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri soleiðis

HOYR HER: Fylking og Fiskepigernes Fagforening leggja saman | Kringvarp Føroya (kvf.fo)