Yvirtaka vitaverkið
Fyrsta juni 2024 verður málsøkið sjóuppmerking og vitaverk yvirtikið.
Føroyskir myndugleikar taka við hesum yvir ábyrgdini av 24 vitum, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði. Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni.
Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um.
Nýggju uppgávurnar verða frameftir skipaðar í Sjóvinnustýrinum, tó í samstarvi við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.
Árligi rakstrarkostnaðurin er áleið fýra milliónir kr.
Í 2024 játtanin 2,35 mió. kr. og í 2025 er játtanin framskrivað fyri fult ár, til 4,57 mió.
Mynd: Birgir Waag Høgnesen - Vitin á Slættanesi