Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár

Jákup Sverri gjørdi yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka.

Á Landgrunninum var sera lítið av yngli av høvuðsfiskasløgunum toski, hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild. Samlaða nøgdin av hesum yngli á Landgrunninum er tann fjórðlægsta, sum er skrásett síðan kanningarnar byrjaðu í 1983. Miðallongdin á ynglinum var eisini lítil. Hetta kann hava týdning fyri yvirlivingina, tí størri yngul vanliga hevur betri møguleika at klára seg og seinni gerast partur av vaksna stovninum..

LES ALT HER Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár - Havstovan