Vón Feeder verið á Fuglafirði

Í gjár og í dag hevur nýggja farmaskipið hjá Sandship í Fuglafirði, Vón Feeder, ligið á Fuglafirði og lossað. Hetta var fyrsti túrur hjá skipinum í Føroyum, síðani Sandship keypti tað.

Tað var í oktobur 2024, at reiðaríið Sandship kunngjørdi, at tað hevði keypt eitt skip úr Hollandi. Tað skuldi kallast Vón Feeder, og varð fimta skipið hjá reiðarínum.

Í góðar tveir mánaðir hevur skipið verið til umbygging í Pólandi. Ymiskt er gjørt, og millum annað eru skinnarar sjóðaðir á síðurnar á lastini og maskina sett omaná. Skipið er nú ein sokallaður sjálvlossari.

Kristian Dam, er skipari. Hann sigur millum annað:

-Vón Feeder er bygdur í 2001, er 82,5 metrar langur og 12,4 metrar breiður. Motorurin er ein 1400 KW. MAK. Skipið lastar 2900 tons. Vón Feeder er systirskip til Hav Aldu hjá Navigare, og er í sera góðum standi.

-Hvar skal skipið sigla og við hvørjum?

-Vit koma at sigla mest í Norðuratlanshavið ella í Skandinavia við fóðri, sandi, skervi og øðrum. Tvær manningar á 7 og 8 mans hoyra til skipið. Vit eru umborð í 6 vikur og hava so frí í seks vikur. Tað er ein góð skipan, sigur Kristian.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Manning og reiðarí vóru blíð, og tíð var eisini tikin til sang, Guds orð, bøn og signingina. Í dag fór Vón Feeder til íslands eftir last. Skipið er skrásett hjá FAS.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir manning og reiðaríi tillukku og Guds signing við Vón Feeder.

Mynd: Kristian Dam, skipari, og Johannes Vík, stýrimaður.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook - vanga sínum, har tað eru nógv fleiri myndir