Vøksturin í útflutningsvirðinum steðgaður
Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,5 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Útflutningur av laksi vaks við 452 milliónum krónum ella 9 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 8 túsund tons ella 11 prosent.
Størsti vøksturin er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 949 milliónir krónur, ella 64 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 76 prosent.
Prísurin á upsa og toski heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar.
Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 180 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 29 prosent vøkstur.
FLEIRI STABBAMYNDIR HER Vøksturin í útflutningsvirðinum steðgaður | Hagstova Føroya