Vit sjólívið valdu

føroysk sending í SVF frá 2002

 

Tá man velur at arbeiða umborð á einum fiskiskipi, so velur man eisini eitt arbeiðspláss, har ongin dagur er líka.

Hygg at sendingin HER Vit sjólívið valdu | Kringvarp Føroya

Veiðueydnan er stundum góð, men eisini svikalig. Og tá havaldan vísur seg frá tí meira baldrutu síðuni kennist arbeiðsplássið bæði lítið og fjarskotið. Kringvarpið hevur verið umborð á Sæborg, sum er ein av teimum fimtan trolbátunum, ið royna á landleiðini.