Vit máttu bróta túrin av

Trolarin Beinur úr Hirtshals á Fuglafjørð

Royna bara við troli

-Vit verða vónandi klárir at fara aftur á svartkjaftaveiðu fyrst í vikuni. Tá kvotan er liðug, fara vit eftir sild í Norðsjónum. Síðani verður tað makrelur, og seinni í ár fiska vit sild í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.

Mikumorgunin, 13. mars, kom danski pelagiski trolarin Beinur úr Hirtshals á Fuglafjørð. Teir fingu spæltrupulleikar, tá teir vóru á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland.

-Vit fingu trupulleikar við øðrum spælinum á fyrsta sleipinum, og máttu bróta túrin av. Vit landaðu, tað vit fingu, til Havsbrún, og síðani hava vit ligið í Norðhavnini í Klaksvík, har spælið verður umvælt. Tað sigur stýrimaðurin Áron Thomsen.

-Vit verða vónandi klárir at fara aftur á svartkjaftaveiðu fyrst í vikuni. Tá kvotan er liðug, fara vit eftir sild í Norðsjónum. Síðani verður tað makrelur, og seinni í ár fiska vit sild í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, sigur hann.

-Vit eru vanliga átta mans við, og tvær manningar hoyra til skipið. Vit eru umborð í seks vikur, og hava so frí í seks vikur, og tað er ein góð skipan, sigur Áron.

-Beinur er eitt gott og sjógott skip. Hóast vit hava nótapavn, og kunnu royna við nót, so royna vit bara við troli. Tað eru færri og færri skip, sum nýta nót, sigur hann.

Beinur er bygdur í 2016, er 78 metrar langur og 15,6 metrar breiður.

Motorurin er ein 5000 KW Wartsila.

Lastin er 2800 rúmmetrar, sum rúmar áleið 2600 tons av ídnaðarfiski.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og góð tíð var bæði til ábit, sang, Guds orð og bøn.

Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga, har fleiri myndir síggjast.

MYNDIR: TJ-Myndir