Vit liva ikki av laksi eina

Grein/ Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur

Tá danskar miðlar skriva um Føroyar, fáa teir tað mangan til, at land okkara bert livir av fiski ella aling. Men eins og allir aðrir búskapir er tann føroyski búskapurin samansettur av eini langari røð av virðiskapandi virksemi. Tað skrivar Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, í grein í danska Altinget.

Brot úr greinini:

– Føroyski búskapurin er munandi meira samansettur enn bara ein ávís vinnugrein. Laksaaling er ein týðandi partur, men hon er bara ein av mongum. Laksur er størsta útflutningsvøra Føroya, og størsta útflutningsvinna Danmarkar er shipping. Men neyvan vildi nakar sagt, at Danmark “livir av shipping”. Tað sama er galdandi fyri Føroyar og laksaling, skrivar Hans Ellefsen m.a.

Lesið alla greinina her.