Vit kunnu ikki leggja stilt hóast verkfall
Vit kunnu ikki gevast at fiska
Í kvøld kom línubáturin Volunteer á Toftir við fullari last. Teir hava roynt vestanfyri og hava 44.000 pund (22 tons) á 5 1/2 setu. Meginparturin er hýsa, hvítingur og so nakað av toski.
-Vit fáa tíverri ikki landa í Føroyum vegna verkfall. Vit fara tí til Scrabster, í Norðurskotlandi við fiskinum. Veðurmenninir lova betri veður mánadagin, so tá fara vit avstað. Vit landaðu har eisini síðsta túr og fingu 23 kr. í miðal. Tað sigur skiparin Jón Rubeksen.
- Vit kunnu ikki leggja stilt hóast verkfall, tí mennirnir skulu hava inntøku. Vit hava ongan annan møguleika, enn at verða í vinnu og landa uttanlands, sigur hann.
-Tað fer nógv tíð til at sigla niður, og tí missa vit fleiri fiskidagar av at selja uttanlands. Tí vóna vit at verkfallið skjótt verður av, so vit aftur fáa landa í Føroyum, sigur Jón Rubeksen.
Teimum umborð á Volunteer og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga, sum eisini eigur myndian.