Vit hava roynt tveir dagar á Føroya Banka, og hava drigið 45 stokkar

Hetta er tað, hvør fiskimaður droymir um.

Gott veður og góðan fiskiskap, er tað hvør spentur fiskimaður droymir um. Tað er sjálvdan dreymurin gongur út, men tað kemur fyri.

-Tað hevur gingið væl, ja, rættiliga væl henda túrin. Vit hava 420 kassar, og so er alt fult omaná kassunum og upp undir dekkið. Lastin er full og lúkukarmurin við. Tað sigur skiparin á línubátinum Fiskivarða, Elmar Rubeksen.

-Vit hava roynt tveir dagar á Føroya Banka, og hava drigið 45 stokkar, sum svarar til umleið 175 stampar á 250 húkar, og hava umleið 50.000 pund, sigur hann.

-Vit hava bara fingið stóran fisk. Slagið er hýsa, longa og toskur og so nakrar havtaskur og annað. Toskarnir eru so stórir, at teir passa ikki í kassarnar og liggja tí omaná ovastu kassunum, sigur Elmar.

-Tílíkum túrum leingjast við støðugt eftir, men tað er sjálvdan teir lukkast so væl. Vit settu tvær setur og koma at selja fyri meira enn hálva millión. Hesin túrurin kemur væl við, tí tað hevur verið buldrasligt veður í vetur, og tá kemur lítið burturúr fiskiskapinum hjá hesum smáu bátunum, sigur hann.

-Juni mánaði sær gott út til veður, so vit vóna at tað eisini verður fiskur at fáa. Vit fara óivað út aftur á Bankan. Vit vóru sjey mans henda túrin, men vanliga eru vit seks, sigur Elmar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á middegi. Umframt prát við skiparan hevði hann eisini eitt Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

 Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á fcebook. Mynd TJ-myndir