Vit hava 314 kassar, sum er umleið 30.000 pund
Góður blandingur av flatfiski
Í morgun landaði trolbáturin, Skálafossur, í Havn. Teir høvdu roynt á landleiðini og fiskiskapurin var væl brúkiligur.
-Eg haldi, túrurin er góður, tí vit hava roynt í seks dagar og hava 314 kassar, sum er umleið 30.000 pund. Meginparturin er flatfiskur og er ein góður blandingur av tungu, reyðsprøku og havtasku. Tað sigur skiparin, Allan William Djurhuus.
-Vit hava loyvi at hava upp til 35% hjáveiðu av toski. Hendan túrin høvdu vit umleið 25 % , so tað var í lagi, sigur hann.
-Landleiðsbátarnir, ið eru smáu trolararnir, sum avmarkaða tíð av árinum, kunnu trola inn at seks fjórðingum á ávísum leiðum; byrjaðu fyrst í mai, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, sigur Allan.
-Fiskurin er hampiliga væl fyri, og tað er onkur nebbasild at síggja í fiskinum. Nakað av svartfugli er eisini at síggja, men hvussu fiskiskapurin og útlitini eru nú, í mun til síðstu árini, veit eg ikki rættiliga, tí eg eru nýggjur í hesi vinnuni, sigur Allan.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun og fekk eitt prát við Allan. Eitt Guds orð varð lisið og bøn biðin.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook. Myndina eigur TJ-myndir