Vit eru langt frá til reiðar at fara yvir til kvotaskipan

Hetta hevur Framsókn staðfest

Tað hevur órógva nógv, at onki, absolutt onki er klárt, til at ein kvotaskipan kann fara av bakkastokki. Tað letur tað seg als ikki gera, at fara yvir til eina kvotaskipan í 2019. Tað er líka mikið, um ein er fyri einari kvotaskipan, ella vil hava fiskidagar.

Við einari kvotaskipan má alt leggjast um. Har er onki klárt enn, og tí hevur Framsókn nú víst á hendan vandan, sum kann koma at hava sera álvarsamar avleiðingar. Tað er ikki bara sum at siga tað, at blaka vinnuna út í nakað, uttan at nakar hevur gjørt peningsverk fyri at tryggja, at alt gongur sum tað skal. Tað hjálpir onki, at ein ljóðar klókur, tá ein úttalar seg til miðlarnar. Tí har er onki klárt!!

Vit hava havt ein kaffifund, um eina umsitingarætlan har ongin hevði ánilsi av, hvussu hon fór at síggja út. Har er onki sett út í kortið enn.

 

Tí eiga vit at vísa ábyrgd, og hava fiskidagar fyri 2019

 

Jan Højgaard

Umboð fyri Føroya Fiskimannafelag í bólkinum fyri einari umsitingarætlan