Loftabáturin er settur í Løgmansgarðin

Sandavágs Fornminnafelag takkar.

 

Familjan á Lofti veitti okkum tann heiður, at fáa 105 ára gamla Loftabátin til staðið har han var smíðaur í 1918, av Einari Hentze.

Av tí einføldu orsøk, at bátasmiðurin Terji R. Jakobsen fer at smíða 5-mannafar, á fløtuni har Einar smíðaði bátar í hinari øldini.

Er Loftabáturin settur í Løgmansgarðin, sum er beint við fløtuna. Framsýningin er “opin” frá nú og alt summarið.