Vit stóðu vit nærum fastir í fiski
Seinnapartin komu samtrolararnir Heykur og Falkur fullfermdir á Runavík. Teir hava góð 500.000 pund, ella 250 tons og nærum alt er upsi. Teir skulu landa til Faroe Origin í morgin.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og hitti væl upplagdar og væl nøgdar menn.
Kjartan Larsen er skipari á Heyki og Ásbjørn Kjærbo er skipari á Falki.
-Ja, vit hava gjørt ein góðan túr. Øll kørini eru full og gott og væl tað. Vit hava gjørt fleiri styttri túrar enn hendan, ja, heilt niður í fýra dagar. Hesin vardi í eina lítla viku. Tað sigur Kjartal Larsen, skipari.
-Vit byrjaðu túrin á Munkagrunninum og fluttu so á Suðuroyarbankan. Har var fiskur at fáa, men so minkaði hann. So sigldu við eystur um, har vit vóru síðsta túr, og har stóðu vit nærum fastir í fiski, sigur hann.
-Tað er góður upsi og hann stendur so tættur, at vit mugu hála skjótt, tá vit síggja fiskin koma í trolið, sigur Kjartan.
-Fiskiskapurin hevur verið framúr góður síðstu mánaðirnar, ja, alt hetta árið. Harafturat er prísurin góður, so tað er hugaligt og menn eru bæði spentir og takksamir, sigur hann.
-Næstsíðsta túr vóru vit einsamalt par á Føroyagrunninum. Øll hini skipini vóru inni, so eg skilji lítið, tá menn tosað um at skerja veiðitrýstið, ella at minni skal fiskast, sigur Kjartan.
Skipini fara avstað aftur í annakvøld.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum, har nógv fleiri myndir eru.