Vísa børnunum Westward Ho

Kunnu síggja hvussu t.d langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð

Westward Ho bjóðar í mai 2024 eldru barnagarðsbørnunum og forskúlabørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei.

Tá ið barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho, sleppa tey at síggja umstøðurnar, sum langabbi ella oldurabbi teirra hava arbeitt og livað undir umborð á einari slupp, samstundis sum tey í stuttum hoyra um sluppsøguna. Børnini sleppa harumframt at royna ymiskt verkligt umborð.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar bólkin til eina vitjan - TRYST HER Barnagarðsbørn vitja umborð á Westward Ho 2024 - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)