Virðisøking krevur gransking og marknaðaratgongd
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað verður virðisøkt innan føroysku fiskivinnuna, men tað er kanska ov illa skipað
Ein størri virðisøking av fiskatilfeinginum krevur tættari samstarv millum vinnuna, granskingarumhvørvið og tað almenna.
Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum eftir fiskivinnutingið, sum var í Klaksvík í gjárkvøldið.
"Skulu vit virðisøkja okkara høvuðsvinnur, so muga vit í fyrstu atløgu hugsavna okkum um gransking og marknaðaratgongd."
Vrðisøking av okkara havtilfeingi var høvuðsevnið á fiskivinnutinginum í sambandi við Sjómannadagin hesaferð.