Vilmund vitjaði umborð á nýggi grønlenska rækjutrolaranum, Nataarnaq
Grønland hevur seinnu árini fingið fleiri nýbygningar, og eitt av nýggjastu skipunum er rækjutrolarin, Nataarnaq, sum hevur verið í Føroyum til garantieftirlit. Vit hava vitjað umborð á skipinum.
Tíðindamaðurin hjá In.fo, Vilmund Jacobsen, hitti, maskinstjóran, Ásbjørn Petersen,kokkin, Joen Peter Petersen og skiparan, Dávur Mohr. Myndina eigur Álvur Haraldsen.
Nýggi grønlenski rækjutrolarin, Nataarnaq, hevur verið í Føroyum til eitt ára garantieftirlit, og tað er skipasmiðjan Mest, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, sum varð boðið út í Íslandi og Føroyum. Tað er eitt dóttirfelag hjá Royal Greenland, Ice Trawl, ið eigur skipið, sum nú hevur verið í vinnu í eitt gott ár. Skipið hevur riggað væl, og tað hevur gingið væl at fiska.
Samlaða veiðan í fjør var stívliga 10.000 tons, sum gav eitt veiðivirði á umleið 280 miljónir krónur. Eins og aðrir fiskaprísir hava verið góðir, hava prísirnir á rækjum eisini verið góðir.
Tá tað er eitt spildurnýtt skip, er altíð onkur justering, sum skal gerast, nú skipið kortini skuldi til garantieftirlit. Arbeiðið hjá Mest hevur gingið væl, og her hava verið fleiri undirveitarar.
Meðan skipið var í Føroyum, .....LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst