Viðgongur roknivillu, men hon verður ikki rættað
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt eina roknivillu í tølunum, sum vóru løgd fyri heilsuhjálpararnar, tá lønarlyftið var avtalað.
Tað viðgongur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Villan verður kortini ikki rættað við at geva heilsuhjálparanum meira, sigur hon.
Framskrivingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum vístu, at heilsurøktararnir endaðu á eini løn, sum er 32.500 kr., meðan heilsuhjálpararnir endaðu á 30.500 kr.
Men framrokningarnar skeivar, tí heilsurøktararnir endaðu á 33.491 krónum, tá avtornaði.