VIDEO: Úti á Gjógv eitur staðið, har Fiskastykkið í Sandavági húsast
Nú er gamla Pakkhúsið frá 1912 eisini umvælt og kann brúkast til fundir, ráðstevnur og tiltøk.
HYGG AT VIDEO HER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/04/03/20230403netfiskakjallarin
MYNDARØÐ FRÁ Úti á Gjógv https://kvf.fo/netvarp/ms/2023/04/01/si-myndirnar-snotiliga-fiskastykkid-sigur-soguna
"Hetta er nú meira eitt mentanarhús enn bara ein café," sigur Jónleyg Joensen, høvuðsleiðari á Fiskastykkinum og fyri umvælda Pakkhúsinum í Sandavági, sum hevur fingið navnið Úti á Gjógv.
Gamla Pakkhúsið frá 1912 er bæði umvælt og útbygt seinastu tíðina, so tað nú kann hýsa alskyns nútímans virksemi, eitt nú fundum, konsertum, ráðstevnum og tiltøkum annars.
Tað eru Kontrast Arkitektar við Mayfinn Norðoy á odda, ið hava staðið fyri arbeiðinum at umvæla og útbyggja Pakkhúsið á sjálvari eggini.
Kom ein rundtúr Úti á Gjógv við Jónleyg Joensen, høvuðsleiðara.
Tað er Uni L. Hansen sum eigur tekstin, sum stendur á kvf.fo og video-innslagið