VIDEO: Tað er brot á umsitingarætlanina
Landsstýrið ætlar at koyra fleiri dagar inn í Fiskidagaskipanina, tí tað fer at mangla í hjá útróðarbátunum seinni í ár. Hetta hevur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, sagt í svari til tveir fyrispurningar á tingi frá ávíkavist Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýri og Fróða Magnussen úr Fólkaflokkinum.
Men hetta er brot á sonevndu umsitingarætlanina og kann kosta MSC-góðkenningina, so vit missa fleiri marknaðir, siga Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni og Durita í Grótinum, stjóri í, Faroe Islands Sustainable Fisheries (FISF), sum vegna føroysku vinnuna umsitur góðkenningina.
Vit hava eina fiskidagaskipan, har ávíst tal av døgum er lutað til ymisku skipabólkarnar. Tað er so ein umsitingarætlan frá 2021, sum sigur hvussu nógvir fiskidagar skulu latast bólkunum. Alt eftir hvussu stovnarnir eru fyri, kann talið av døgum minkast við fimm prosentum, standa í stað ella vaksa við fimm prosentum. Soleiðis verður skil hildið á veiðitrýstinum og politikararnir hava skyldu sambært lóg at fylgja hesi tilráðing.
Áðrenn henda ætlan kom í gildi, varð fiskidagatalið avgjørt í Løgtinginum og tað elvdi ofta til nógv politiskt stríð.
HYGG HER at samrøðuni við Maritu Rasmussen Fleiri fiskidagar kunnu kosta marknaðir | Kringvarp Føroya

