VIDEO_SAMRØÐA: JFK-Trol vónrík um reyðæti

Havstovan mælir til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti í djúpa rákinum í Bankarennuni.

Fiskimálaráðið hevur í hesum sambandi játtað trimum umsøkjarum royndarloyvi at veiða reyðæti.

Ein av teimum er JFK í Klaksvík, sum longu hevur roynt at menna hetta slagi av veiðu í fimm ár. Tað hevur tó ikki verið sum at siga tað, hjá teimum hjá JFK troli, at fáa gongd í hetta slagið av veiðu. 

Tað er tó vert at brúka orku upp á, at fáa hetta at eydnast, heldur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli.

Reyðæti er ein týdningarmikil partur av føroysku vistskipanini. Royndarloyvini eru kvotur á í mesta lagi 15.000 tons, og hetta verður mett at vera umleið 2 prosent av samlaðu mongdini av reyðætinum í bankarennuni.

Sí innslag í Degi og viku. JFK-Trol vónrík um reyðæti | Kringvarp Føroya