VIDEO: Hicham fekk onga løn frá arbeiðsgevara sínum fyrstu tveir mánaðirnir

Um 5 dagar gongur arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá Hisham Salhi út og tá skal hann av landinum

Tá útlendingar koma til Føroya at arbeiða kunnu tey enda í serstakliga truplum støðum.

Støðurnar kunnu vera ymiskar, men felags er, at útlendingarnir kunnu detta niður ímillum í eini ófullfíggjaðari skipan.

Hygg at innslagnum í Degi & Viku HER https://fiskimannafelag.fo/forsida

Hetta leggja tey serliga til merkis hjá ALS.

Men hvørki avvarðandi stovnar ella avvarðandi landsstýrisfólk taka hesa ábyrgdina á seg. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki.

Ein av teimum, ið er endaður í eini ógvuliga truplari støðu er Hisham Sahli, sum kom til Føroya fyri skjótt einum ári síðani. Tað var dreymurin um eitt betri lív, sum førdi hann higar.

Tíðin í Føroyum hevur tó ikki verið sum Hicham vónaði. Teir fyrstu tveir mánaðirnir fekk hann onga løn frá arbeiðsgevara sínum. Tá arbeiðsgevarin at enda byrjaði at rinda honum løn fekk hann bara løn fyri ein part av tíðini hann arbeiddi. 

Tað skrivar Hansa Hansen, á kvf.fo, sum eisini hevur gjørt innslagið í SVF.