VIDEO: Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen viðmerkja frágreiðingina hjá Sjúr Skaale
Málið um avtaluna við Russland hevur verið so afturlatið, at tað er gott, at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur gjørt eina frágreiðing.
- Tað er gott fyri kjakið og fólkaræðið, heldur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari.
Hann sigur, at tað einasta, sum almenningurin hevur fingið at vita seinasta hálva árið, er, at tað stendur nøkulunda upp og niður í avtaluni millum Føroyar og Russland.
Árni Gregersen, viðmerkjari, heldur, at skilt eigur at vera ímillum frágreiðingina, sum Sjúrður Skaale hevur latið gera, og frágreiðingina, sum landsstýrið arbeiðir við.
Landsstýrið skal taka nógv onnur atlit enn tey, sum standa í frágreiðingini hjá fólkatingsmanninum, heldur hann.
Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen vóru í Breddanum fyrrapartin.
Sí videobrot við teimum báðum her: Viðmerkjari: Frágreiðingin frá Sjúrði Skaale er góð fyri kjakið | Kringvarp Føroya (kvf.fo)