Við árslok í fjør hevði Realurin útlán fyri 1,1 milliard krónur

Í fjør læt Realurin nýggj lán fyri 208 milliónir krónur

Føroya Realkreditstovnur - vanliga nevndur Realurin - hevði góðar 39 milliónir krónur í avlopi í fjør.

Høvuðsvirksemið hjá Realinum er at veita fígging til skip í føroyska flotanum. 

Við árslok í fjør hevði Realurin útlán fyri 1,1 milliard krónur. Størstu bólkarnir eru veitingarskip, farmaskip, verksmiðjutrolarar og trol- og nótaskip.

Í fjør læt Realurin nýggj lán fyri 208 milliónir krónur.

Allur rokniskapurin hjá realinum sæst HER tidarskeidsfrasoegn-30-06-2026.pdf

Staðfest 69 mió. í tapi

Í ársfrágreiðingini fyri 2025 verður upplýst, at síðstu fimm árini hevur Realurin staðfest tap uppá tilsamans 69 milliónir krónur. Næsta øll upphæddin, 62 milliónir, varð staðfest sum tap í 2024.

Endamálið við Realinum er at veita lán við veð í fiskiførum, farmaskipum, ferðamannaskipum, flótandi eindum, førum í frálandavinnu og fiskaaling, sum hava heimstað í Føroyum.

Eginpeningurin hjá Realinum er nú ein milliard og 18 milliónir krónur.

Realurin roknar við, at úrslitið fyri 2026 verður umleið 45 til 50 milliónir í avlopi fyri niðurskrivingar og skatt.

Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo