Vesturvarði komin á Sørvág

Skipið sum var keypt úr Orknoyggjum í okt 2022 er bygt í 2019

Sum vit skrivaðu, í nov. 2022, so var Vesturvarði 35 metrar langur og uml 11 metrar breiður.

Fyrr hevði hann navnið Aalskere og kom úr Orknoyggjunum.

Skipið varð yvirtikið og skrásett í føroyska flotanum seinast í okt 2022.  

Vesturvarði er nú longdur við 6 metrum upp í 41 metrar. Tað er gjørt á skipasmiðju í Thyborøn. 

Vesturvarði hevur kølitangar og kann fiska við tveimum trolum.

Eigarar eru p/f Suðringur við m.ø Tummas Henriksen.

Vesturvarði kom í dag á Sørvág.

Fróði H. Poulsen hevur sent okkum myndirnar.

FLEIR MYNDIR HER Myndasavn (fiskimannafelag.fo)